Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra

Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra
Barbara Samuelsen fer aftur í starvið sum leiðari á mentanardeildini í Kringvarpinum
Barbara Samuelsen hevur verið stjóri á Visit Tórshavn seinastu tvey árini. Nú fer hon aftur í Kringvarpið
 
17.09.2020 - 11:30

Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra.

Seinastu tvey árini hevur Barbara Samuelsen verið stjóri á Visit Tórshavn, men 1. februar fer hon aftur í starvið sum mentanarleiðari í Kringvarpinum, haðani hon hevur havt farloyvi.

Fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum er at tryggja, at Visit Tórshavn tænir borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum, stendur í starvslýsingini.

Visit Tórshavn stuðlar eisini handli, ídnaði og mentan.

Visit Tórshavn húsast í Steinatúni, og har starvast seks fólk.

Umsóknarfreistin er 1. oktober, og starvið verður sett skjótast til ber, stendur í lýsingini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444