Mæla frá at ferðast til Bretlands og Íslands

Mæla frá at ferðast til Bretlands og Íslands
Danska uttanríkisráðið hevur sett fleiri lond á appilsingula listan
Bretland, Írland, Ísland og Slovenia eru komin á appilsingula listan í Danmark
 
24.09.2020 - 15:44

Danska uttanríkismálaráðið mælir nú fólki frá óneyðugari ferðing til Bretlands, Írlands, Íslands og Slovenia.

Tað sæst á nýggju ferðatilmælunum, sum uttanríkisráðið hevur dagført í dag.

Orsøkin er økta smittutrýtsið í hesum londunum, og tí hevur uttanríkisráðið sett hesi londini á appilsingula listan, sum mælir frá allari óneyðugari ferðing.

Vóru gul

Frammanundan vóru hesi londini gul, sum merkir, at tú skal vera serliga varin.

Donsku myndugleikarnir mæla frá óneyðugum ferðum, um fleiri enn 30 smittutilburðir fyri hvørji 100.000 fólk verða skrásettir aftrat seinastu vikuna.

Fyri at donsku myndugleikarnir skulu slaka í tilmælinum, skulu tað vera færri enn 20 smittutilburðir fyri hvørji 100.000 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595