Fíggjarlógin 172 mió. kr. í halli næsta ár

Fíggjarlógin 172 mió. kr. í halli næsta ár
Íløgukarmurin verður tann sami í 2021 sum í ár
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fíggjarlógaruppskotið fram fyrrapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2020 - 11:00

Fíggjarlógin næsta ár fer at hava umleið 172 milliónir krónur í halli.

Samlaðu inntøkurnar verða mettar til 5,8 milliardir krónur, og rakstrar- og íløguútreiðslurnar verða mettar til slakar seks milliardir kr.

Skattainntøkurnar verða mettar til tvær milliardir og 542 milliónir, og inntøkur frá avgjøldi og tolli verða mettar til umleið 2,6 milliónir kr. 

Lønarhækkingin er 2,2 prosent, og hon er framskrivað fyri allar stovnar. Tó eru stovnar, har serstøk viðurskifti hava við sær aðra lønarframskriving, sigur Fíggjarmálaráðið.

Íløgurnar næsta ár verða 522 milliónir kr., og tað er tað sama sum á fíggjarlógini í ár.

Uppskotið um fíggjarlóg varð lagt fyri tingið fyrrapartin, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevði beint eftir tíðindafund um fíggjarlógina.

Ætlanin er, at fíggjarlógaruppskotið skal fáa fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin.

Sí uppskotið um fíggjarlógina fyri 2021 her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751