ICES: Minni makrel og svartkjaft í 2021

ICES: Minni makrel og svartkjaft í 2021
Hinvegin hækkar mest loyvda veiðan eftir norðhavssild 24 prosent næsta ár
Meira norðshavssild, men minni makrel og svartkjaft. Tað er tilmæli frá ICES fyri næsta ár
 
01.10.2020 - 07:44

ICES mælir til, at mest loyvda veiðan eftir makreli lækkar átta prosent, fyri svartkjaft lækkar hon 20 prosent, men hinvegin hækkar mest loyvda veiðan eftir norðhavssild 24 prosent. Tað skrivar Havstovan. 

Tilmælið fyri makrel er góð 850.000 tons fyri 2021, hetta er átta prosent minni enn tilmælið fyri 2020. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá er stovnurin minkaður aftur. 

Góð tilgongd seinastu 20 árini

Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 milliónir tons, og tað er oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri nær neyðugt er at vísa varsemi. 

Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001. Tilmælið fyri svartkjaft er góð 929.000 tons fyri 2021, sum er 20 prosent minni enn í fjør. 

Gýtingar­stovnurin er mettur at vera 3,2 milliónir tons, og er minkaður síðani 2018, men er enn oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. 

Gýtingarstovnurin minkaður síðani 2008

Árgangirnir 2013-2015 vóru góðir, men tilgongdin síðani 2017 er mett at vera vánalig, og tí minkar stovnurin komandi árini, skrivar Havstovan.

Tilmælið fyri norðhavssild er um 650.000 tons fyri næsta ár, og tað eru 24 prosent meira enn í fjør. Gýtingar­stovnurin er 3,5 milliónir tons, og hevur verið í støðugari minking síðani 2008. 

Í dag er gýtingarstovnurin av norðhavssild júst oman fyri markið í umsitingarætlanini fyri, nær varsemi skal vísast. Tilgongdin síðani 2005 er mett at verða vánalig, undantikið árgangirnir 2009, 2013 og 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. august
Poppverturin
194202
Mánadag 18. august
Alt við tað sama, í botninum
195696
Mánadag 18. august
Morgunlestur mánadagur 18. august 2025
195624
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726
Mánadag 18. august
Veðrið
195712
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526