Huldumálið: VÍF vil ikki hava nýggjan dyst

Huldumálið: VÍF vil ikki hava nýggjan dyst
VÍF hevur boðað Hondbóltssambandinum frá, at tað ikki vil spæla nýggjan dyst móti Neistanum, men felagið hevur ikki tikið støðu til møguliga kæru
Huldumálið: VÍF vil ikki hava nýggjan dyst, men fer kanska at kæra
 
29.10.2020 - 15:50

VÍF vil ikki hava nýggjan dyst ímóti Neistanum.

Tað hevur felagið boðað Honbóltssambandinum frá í dag. Samstundis sigur felagið, at støða ikki er tikin til, um avgerðin hjá Aganevndini hjá HSF verður kærd. 

Tað hevur VÍF fýra dagar at taka støðu til. 

Huldumálið

Dysturin millum Neistan og VÍF varð spældur 11. oktober á Hálsi. 

Á pappírinum endaði dysturin við 35-35 javnleiki, men sjónbandaupptøkur staðfestu, at Neistin bert hevði skotið 34 mál í dystinum. Dómaraborðið skrásetti av órøttum eitt mál ov nógv.

Tað gjørdu vestmenningar eisini vart við undir dystinum, tá teir løgdu protest og síðan kærdu til Hondbóltssambandið.

Niðurstøðan hjá Aganevndini var, at VÍF skuldi gera, um felagið ynskti nýggjan dyst. Nú er so greitt, at tað ynskir felagið ikki.





 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290