Noyðast at bjóða byggilendi við Miðhorn út

Noyðast at bjóða byggilendi við Miðhorn út
Ætlanin var annars at gera makaskifti við eitt felag, sum hevur bygt undir Kongavarða
Kommunala eftirilitið góðkendi ikki makaskifti, og tí verður lendið við Miðhorn boðið út í almennari sølu
 
29.10.2020 - 11:45

Tórshavnar kommuna noyðist at bjóða út 6.700 fermetrar av byggilendi, sum kommunan eigur við Miðhorn .

Ætlanin var annars at gera makaskifti við eitt felag, sum hevur bygt undir Kongavarða.

Har skuldi felagið byggja 96 íbúðir.

Men fólk á staðnum mótmæltu, so felagið slapp bara at byggja 48 íbúðir. 

Afturfyri skuldi felagið so sleppa at byggja hinar 48 íbúðirnar við Miðhorn.

Men Kommunala eftirlitið góðkendi ikki ætlanina hjá kommununi um makaskiftið.

Tí verður lendið boðið út í almennari sølu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531