Fartelefonin tosar íslendskt

Fartelefonin tosar íslendskt
Nú kunnu íslendingar tosa íslendskt við fartelefonina hjá sær
 
13.11.2020 - 16:31

Um stutta tíð fer íslendska appin, Embla, at svara spurningum frá fólki á íslendskum. Appin er ment soleiðis, at fólk kunnu tosa við fartelefonina á íslendskum. 

Og Embla tosar ikki bara íslendskt, hon veit eisini nógv.  Hon veit upplatingartíðirnar hjá handlum, ferðaætlanina hjá bussum, kennir fólk og viðurskifti, og kann rokna einføld roknistykki.

Embla kann tó ikki svara øllum spurningum, og tað kunnu aðrar appir av hesum slag heldur ikki. Siri googlar, men Embla finnir sínar upplýsingar í Wikipedia, sigur Katla Ásgeirsdóttir í tøknifyritøkuni, Miðeind, sum hevur ment appina.

Størri verkætlan

Arbeitt hevur verið við at menna Emblu í hálvtannað ár, og hon verður tøk á Google Play og App Store ein av næstu døgunum. Tøknifyritøkan Miðeind hevur ment máltøknina Greyni, sum er partur av størri verkætlan hjá myndugleikunum at tryggja framtíð Íslands í talgildu øldini. 

Tað hevur týdning fyri menningina av íslendska málinum og fyri at málið skal yvirliva, at íslendskt er sambæriligt við øll lið í menningini av nýggjastu tøknini, siga serfrøðingar, sambært RUV.

– Tað er krav um hetta. Fólk tosa við sína snildfon og vilja tosa alsamt meira við hana. Børn gera tað eisini, tey tosa við telefonina og telduna, sigur Katla Ásgeirsdóttir. 

– Fólk tosa enskt ella onnur mál, tí íslendskt er ikki tøkt á snildfonini. Slík tøkni hevur á vanliga marknaðinum stóran týdning fyri okkum, og nú er tøknin komin umsíðir, sigur Katla Ásgeirsdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429