Umleið 30.000 heilsustarvsfólk deyð av koronu

bannari
Umleið 30.000 heilsustarvsfólk deyð av koronu
Arbeiðsgevarar og politikarar kring heimin hava ikki vart heilsu- og umsorgarnarstarvsfólk, og tað er ræðandi, sigur Sineva Ribeiro
 
15.11.2020 - 12:35

Millum 20.000 og 30.000 heilsustarvsfólk eru deyð av koronu, harav eru 1.500 sjúkrarøktarfrøðingar. Tað upplýsir altjóða felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ICN.

- Síðani mai 2020 hava vit biðið um skipaða innsavnan av upplýsingum um smittu og andlátum millum starvsfólk, sum arbeiða í sjúkrahúsverkinum og í røkt. At hetta framvegis ikki er hent, er ein gøla, segði leiðarin fyri IVN, Howard Catton, á eini ráðstevnu í oktober.

Egnar greiningar frá felagnum benda á, at korona hevur kostað tilsamans 20 - 30.000 heilsustarvsfólkum lívið. Og upp til tíggjundi hvør av teimum 50 milliónum smittaðu kunnu vera heilsustarvsfólk, skrivar vg.no

- Hetta prógvar, at arbeiðsgevarar og politikarar kring heimin ikki hava vart heilsu- og umsorgarnarstarvsfólk, og tað er ræðandi, sigur Sineva Ribeiro, forkvinna fyri fakfelagið hjá svenskum sjúkrarøktarfrøðingum, Vårdforbundet, við vg.no

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439