B68 upp - AB niður

B68 upp - AB niður
Andri Benjaminsen var stóra hetjan hjá B68, tá liðið óvæntað vann sær uppflyting í bestu deildina við einum 3-2 sigri á AB. Andri gjørdi hattrick
 
29.11.2020 - 21:31

Fá vóru tey, sum góvu B68 úr næstbestu deildini ein líkinda møguleika í upp- og niðurflytingardystinum móti AB úr bestu deildini. B68 endaði nevniliga nummar fýra í 1. deild, meðan AB endaði næstaftast í Betri-deildini. 

Men toftamenn vildu tað øðrvísi, tí unga B68-liðið fór ósmæðið til verka í fyrra hálvleiki, og áðrenn nakar varnaðist, so var B68 á odda 1-0, og AB hevði fingið ein mann útvístan. 

Leiðslumálið skoraði heilt stóra hetjan hjá toftamonnum í kvøld, Andri Benjaminsen, í 35. minutti. Seks minuttir seinni fær Gilli Róason hjá AB reytt kort, tá hann heldur ófantaliga stemplar væl leikandi liðskiparan hjá B68, Áka Johannesen. 

AB yvirvág 

Hóast AB spældi við 10 monnum restina av dystinum, so vóru argjamenn greitt oman á, og í undanvindinum í seinna hálvleiki, trýstu teir B68 í botn. Serliga Bjarki Nielsen og Jasper Van Der Heyden vóru eyðsýndir.  

Toftamenn høvdu hinvegin ilt við at spæla seg úr trýstinum, og sum hálvleikurin leið, byrjaði orkan eisini at ganga undan, og menn byrjaðu at fáa krampa. 

Argjamenn høvdu ilt við at gagnnýta yvirtakið og fáa bóltin í málið, hóast teir høvdu fleiri góðar møguleikar. Men í 76. minutti bragdaði tó hjá AB, tá eitt innlegg úr høgru rættiliga tilvildarliga støkk til Bjarka Nielsen, sum kundi seta bóltin trygt í netið. 

B68 svarar aftur

Umdystur mátti til, og enn einaferð tóku toftamenn argjamenn á bóli, tá besti leikarin á vøllinum, Andri Benjaminsen, í 105. minutti fekk sett bóltin í málið eftir upplegg frá veteraninum, Óla Olsen. 

Toftamenn royndu at verja leiðsluna til dystarenda, men enn einaferð blivu teir trýstir í botn, og tá innskifti Adeshina Lawal sera hegnisliga spældi Jasper Van Der Heyden frían, var eingin ivi. 2-2. 

Nú hildu tey flestu, at dysturin fór at enda við brotssparkskapping. Men enn einaferð vildi Andri Benjaminsen tað øðrvísi, tá hann úr einum næstan ógjørligum vinkli sparkaði bóltin í málið undir Silas Eyðsteinsson í AB-málinum.

Málið minti ikki sørt um málið, sum Preben Elkjær á sinni skoraði móti Sovjetssamveldinum í Ítróttarparkini. Rómurin á toftafólkum stóð einki aftanfyri rómin í Parkini í 1985. Bragdið var ein veruleiki, og B68 er aftur í bestu fótbóltsdeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. oktober
Morgunlestur mikudagur 2. oktober 2024
180900
Týsdag 1. oktober
Føtur undir egið borð (2:3)
181232
Týsdag 1. oktober
Góðan morgun Føroyar
181454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488
Týsdag 1. oktober
Hvør býr her? (1:4)
180890
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Mánadag 30. september
3-2 (30. september 2024)
181437