Parkeringstunnil gerast undir miðbýnum

Parkeringstunnil gerast undir miðbýnum
Nakrar milliónir krónur eru settar av næsta ár til at fyrireika parkeringartunnil undir miðbýnum í Havn.
 
03.12.2020 - 07:09

Í fíggjarætlanini fyri 2021 eru fýra milliónir krónur til verkætlanina. Í tunlinum, hugsað verður um, er pláss fyri 700 bilum.

Hann verður millum Havnargøtu og Skálatrøð. Metingar siga, at tunnilin verður 1.000 metrar langur og fer at kosta 128 milliónir krónur.

Í miðbýnum í Havn eru fleiri enn 2.000 bilpláss. Helvtin er kommunal, og okkurt um ein triðingur er tíðaravmarkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV