Byggiætlan í helvt: Nú verður kommunan stevnd

Byggiætlan í helvt: Nú verður kommunan stevnd
Eitt felag, ið skuldi byggja íbúðir undir Kongavarða á Argjum, hevur stevnt høvuðsstaðarkommununi
 
04.01.2021 - 11:31

Tórshavnar kommuna gjørdi einki fyri at sannføra Kommunala eftirlitið um, at makaskiftið, sum kommunan gjørdi við smápartafelagið NN Holding um byggilendið undir Kongavarða, var í lagi.

Kommunan bað heldur ikki um at fáa málið viðgjørt av nýggjum, hóast hon oftari enn einaferð fekk at vita frá Kommunala eftirlitinum, at tann møguleikin var.

Óvist hvussu stórt endurgjaldskravið verður

Kommunan gjørdi heldur einki fyri at útvega NN Holding annað øki fyri tað, sum NN Holding misti undir Kongavarða.

Tað stendur í stevningini, sum felagið hevur sent Tórshavnar kommunu og Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, har sum Kommunala eftirlitið er.

Sakarkravið er, at tey verða dømd at viðurkenna, at tey hava endurgjaldsskyldu. Hvussu stórt, kravið um endurgjald verður, er ikki avgjørt enn.

Byggiætlanin skorin niður í helvt

NN Holding fekk loyvi frá Tórshavnar kommunu til at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða. Men grannar klagaðu, og so bleiv byggiætlanin skorin niður í helvt.

Afturfyri gjørdi kommunan avtalu við NN Holding um makaskifti, so at tær 48 íbúðirnar, sum ikki blivu gjørdar undir Kongavarða, kundu byggjast millum Horna í Havn.

Men slíka avtalu kundi kommunan ikki gera, segði Kommunala eftirlitið. Økini vóru ikki sambærlig, hvørki í stødd ella prísi, segði eftirlitið.ggiøkið millum Horni varð síðani boðið út í almennari sølu saman við einum grannastykki. Articon keypti økið.

Kommunala eftirlitið er eisini stevnt fyri ikki at viðurkenna, at NN Holding var partur í málinum og tí als ikki spurdi NN Holding. Christian Andreasen er advokatur hjá NN Holding. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327