ES fær minni nøgd, men rindar meiri

ES fær minni nøgd, men rindar meiri
Grønland og ES hava gjørt nýggja avtalu um fiskirættindi
Rækjukvotan vestanfyri er óbroytt, 2.600 tons, men rækjukvotan eystanfyri er minkað úr 5.100 tonsum niður í 4.850 tons
 
12.01.2021 - 09:54

Færri tons og fleiri pengar. Grønland og ES hava gjørt nýggja avtalu um fiskirættindi. Sambært henni fær ES 10.500 tons minni í grønlendskum sjógvi, men rindar góðar 15 milliónir krónur meira fyri fiskin.

Einasta kvota, sum er størri, er toskakvotan. Hon er farin úr 1.800 upp í 1.950 tons. Rækjukvotan vestanfyri er óbroytt, 2.600 tons. Rækjukvotan eystanfyri er minkað úr 5.100 tonsum niður í 4.850 tons.

Grønland fær 140,6 milliónir krónur um árið fyrstu tvey árini og eftir tað meira. Gamla avtalan gav Grønlandi 125 milliónir krónur um árið. Avtalan, sum nú er gjørd, er galdandi til og við 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439