Nýggj strandfaraskip fyri 330 mió. kr.

Nýggj strandfaraskip fyri 330 mió. kr.
Tjóðveldi skjýtur upp, at arbeiðið skal byrja longu í ár, og mælir til at seta 30 mió. kr. av til projektering
Ein nýggj kalsoyarferja verður mett at kosta 90-100 milliónir kr., sigur Tjóðveldi
 
20.01.2021 - 08:57

Fýra nýggj skip fyri 330 mió. kr. skulu byggjast til Strandferðsluna.

Tað sigur Tjóðveldi, sum í gjár kom við einum lógaruppskoti um tað.

Sambært uppskotinum skal nólsoyarskip byggjast fyri 90 til 100 mió. kr. og kalsoyarferja fyri tað sama, 90 til 100 milliónir.

Skip til Fugloynna og Svínoynna skal byggjast fyri 45-50 mió. kr. og 45-50 milliónir skulu eisini brúkast til skúvoyarskip.

Sambært uppskotinum skal Sam vera farmaskip hjá teimum smáu oyggjunum. Hann skal umbyggjast fyri 25-30 mió. kr.

Nólsoyarskipið fyrst

Nólsoyarskipið skal byggjast fyrst sambært uppskotinum.

Og Teistin skal seljast, tá Sandoyartunnilin er liðugur í 2023.

Av tí at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin eru farnar í gongd, roknar Tjóðveldi ikki við nýggjari ferju til suðuroyarleiðina. 
 
Tjóðveldi ætlar, at arbeiðið skal byrja longu í ár, og hevur tí uppskot um eykajáttan, sum er 30 mió. kr., til projektering.

Annars mælir flokkurin til at játta 60 mió. kr. um árið árini 2022 til 2026.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025