Tjóðveldi: Danmark skal fáa blokkin aftur

Tjóðveldi: Danmark skal fáa blokkin aftur
Skotið verður upp at minka heildarveitingina millum 67 og 150 mió. um árið næstu seks árini
Tjóðveldi skjýtur upp at senda heildarveitingina aftur til Danmarkar
 
21.01.2021 - 09:11

Tjóðveldi vil nú hava, at ríkisveitingin úr Danmark verður send aftur til Danmarkar.

Hetta skal gerast fyri at gera føroyska búskapin og fíggjarlógina óhefta av ríkisveitingini og sjálvbjargnan.

Tjóðveldi legði fram lógaruppskot um hetta í gjár. 

Ríkisveitingin er 641,8 mió. kr.   

Hon kann minka millum 67,3 og 150,5 mió. kr. um árið næstu seks árini, stendur í uppskotinum. Tí inntøkurnar í fíggjarlógini vaksa, so fíggjarlógin kann gerast óheft av ríkisveitingini. 

Helvtin sendast aftur 

So hvørt inntøkur landsins vaksa, fara 50 prosent av inntøkuvøkstrinum til at minka ríkisveitingina í fíggjarlógini.

Tey fara í Búskapargrunnin og haðani aftur til Danmarkar.

Tá 641,8 mió. kr. verða fluttar, fær Danmark boð um, at vit vilja ikki hava ríkisveitingina longur.

Hin helvtin av inntøkuvøkstrinum verður standandi í fíggjarlógini. 

Við hesum leisti verða Føroyar óheftar av ríkisveitingini sum frá líður, sigur Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025