Biden: Kjanorkuavtalan við Russland leingjast

Biden: Kjanorkuavtalan við Russland leingjast
Amerikanski forsetin skjýtur upp, at verandi sáttmálin um kjarnorkuviðurskiftini verður longdur við fimm árum
New START-sáttmálin, ið fer úr gildi um tvær vikur, eigur at leingjast, heldur amerikanski forsetin
 
22.01.2021 - 11:34

Nýggi foretin í USA, Joe Biden, vil leingja New START-sáttmálan við Russland.

New START-sáttmálin avmarkar talið av kjarnorkuspreingiløðingum, sum USA og Russland kunnu hava, til 1550 í part.

Biden vil leingja verandi sáttmála

New START-sáttmálin avmarkar eisini talið av flogførum og undirvatnsbátum sum kunnu bera - og skjóta - kjarnorkuvápn.

Verandi sáttmáli skuldi eftir ætlan fara úr gildi 5. februar, men nú skýtur Joe Biden upp, at leingja sáttmálan í fimm ár, skrivar Reuters.

Samráðingarnar við Russland um at leingja sáttmálan steðgaðu, tá Donald Trump var forseti í USA, skrivar AFP-tíðindastovan.

Kina munandi færri kjarnorkuvápn

Jen Psaki, talsfólk í Hvítu Húsunum, sigur sambært AFP, at tað gevur góða meining at leingja sáttmálan nú, tá viðurskiftini við Russland eru fíggindalig.

Donald Trump royndi harumframt at fáa Kina við í New START-sáttmálan, men tað eydnaðist ikki. Kina hevur munandi færri kjarnorkuvápn enn USA og Russland, hóast talið stendur í vøkstri, sambært AFP.

Russland er eisini sinnað at samráðast um at leingja New START-sáttmálan, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262