Christian Andreasen heldur fram

Christian Andreasen heldur fram
Eftir aðalfundin um tvær vikur heldur forsetin, Christian Andreasen, fram sum forseti í fótbóltssambandinum
 
06.02.2021 - 13:24

Christian Andreasen verður forseti í Fótbóltssambandi Føroya í minsta lagi eitt skeið afturat.

Limafeløgini í FSF eru samd um at stilla Christian Andreasen upp til aðalfundin, sum verður um tvær vikur, og sostatt verður einki mótvalevni.

Christian Andreasen sigur, at arbeiðini, sum eru sett í gongd, halda fram sum ætlað.

Menningarætlanin, sum FSF hevur gjørt fyri næstu fýra árini, snýr seg millum annað um at menna feløgini, at skapa betri karmar til føroyskan fótbólt, at menna kvinnufótbóltin og at seta fokus á ungdómsfótbólt, millum annað við at fáa fleiri børn at spæla fótbólt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751