Nýtt ráð fyri Vísindaráðið

Nýtt ráð fyri Vísindaráðið
Landsstýrisfólkið í mentamálum lýsir nú alment eftir uppskotum um limir til ráðið
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur gjørt uppskot um kunngerð um nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan
 
08.02.2021 - 08:53

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan skal setast í staðin fyri Vísindaráðið. 

Sjey fólk skulu veljast í ráðið.

Landsstýrisfólkið í mentamálum lýsir alment eftir uppskotum um limir til ráðið og heitir á stjórnarráðini, Fróðskaparsetrið og aðrar granskingarstovnar, Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðstakarafeløgini um at koma uppskotum.

Ein trímannanevnd skal viðgera uppskotini og geva landsstýrisfólkinum tilmæli við í minsta lagi 10 nøvnum.

Er til hoyringar

Uppskotið um kunngerðina um nýggja ráðið er til hoyringar í løtuni.

Løgtingið samtykti fyrst í juni í fjør nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. 

Lógin kom í gildi 1.januar í ár.

Granskingarnevndin verður umskipað til eina faknevnd og stjórnar ikki longur Granskingargrunninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162