390 mió. kr. til radaran á Sornfelli

390 mió. kr. til radaran á Sornfelli
Ein stórur meiriluti í fólkatinginum tekur undir við semjuni um at styrkja verjuna í Arktis
Fyrstu árini verður brúkt hálv onnur milliard til at styrkja verjuna í Arktis, og av hesum verða 390 milliónir kr. til verjuna
 
10.02.2021 - 13:53

390 milliónir krónur verða settar av til radaran, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli, í avtaluni um at styrkja donsku verjuna í Arktis.

TV2 skrivar, at tilsamans verða játtaðar 1,5 milliardir krónur til endamálið hetta til 2023. Og síðani verða 300 milliónir krónur settar av um árið.

Ætlanin er eisini at brúka 750 milliónir krónur til yvirvøku við dronum.

Stórur meiriluti

Ein stórur meiriluti tekur undir við avtaluni, skrivar TV2, sum hevur upplýsingarnar frá ónevndum keldum.

Flokkarnir, sum hava gjørt semjuna um at styrkja donsku verjuna í Arktis, eru sosialdemokratiski stjórnarflokkurin, Vinstri, Danski fólkaflokkurin, Radikali flokkurin, Konservativi flokkurin og Liberal Alliance.

TV2 skrivar, at fyrstu tiltøkini í verjusemjuni verða sett í verk í 2023, men tað ganga nøkur ár, til øll tiltøkini eru sett í verk.

Sum skilst, fer Trine Bramsen, verjumálaráðharri, at hava tíðindafund um málið í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891