Hybridbilar fáa eisini avgjaldslætta

Hybridbilar fáa eisini avgjaldslætta
Uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, er endaliga samtykt
Tingfólk í andstøðu skutu við triðju viðgerð upp at taka vanligar hybridbilar úr lógini um avgjaldslætta, men tað varð ikki samtykt
 
18.02.2021 - 15:42

Løgtingið hevur fyri løtu síðani endaliga samtykt uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at bæði hybridbilar og plug-in hybridbilar eisini skulu fáa avgjaldslætta.

Tá atkvøtt varð við triðju viðgerð, vóru 16 atkvøður fyri og 14 ímóti.

Við triðju viðgerð skutu tingfólk í andstøðuni upp at taka vanligar hybridbilar úr lógini um avgjaldslætta, og undir viðgerðini varð eisini biðið um at fáa alt málið aftur í fíggjarnevndina.

Tað varð ikki samtykt.

Broytingaruppskotið frá andstøðuni fall eisini. 14 atkvøður vóru fyri og 16 ímóti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885