Útróðrarbátur sleipaður á Miðvág

Útróðrarbátur sleipaður á Miðvág
Báturin var staddur vestan fyri Sandoynna, tá hann í gjár mátti sleipast til lands
Ein útróðrarbátur, sum í gjár fekk um skrúvuna, mátti sleipast til lands. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
07.03.2021 - 10:51

Bjargingarbáturin, Rescue Sverri, sleipaði í gjár ein útróðrarbát á Miðvág. Útróðrarbáturin var staddur umleið fimm fjórðingar vestan fyri Sandoynna, tá hann um middagsleitið í gjár fekk um skrúvuna.

Rescue Sverri sleipaði útróðrarbátin, ein 34 føtur plastbát við einum manni umborð, á Miðvág, har teir komu um trítíðina í gjár.

Tað var gott veður á havinum, og tað gekk væl at sleipa bátin til lands, sigur vakthavandi á MRCC Tórshavn við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221