Hjálparpakki fyri 1.900 mia. dollarar

Hjálparpakki fyri 1.900 mia. dollarar
Flestu amerikanarar fáa ein kekk upp á 1.400 dollarar, sum svara til 9.000 kr.
Joe Biden, forseti, skrivar undir risastóra hjálparpakkan í morgin
 
11.03.2021 - 09:00

Nú er bara eftir hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, at skriva undir hjálparpakkan, so hann fær gildi. 

Ein meiriluti í umboðsmannatinginum hevur samtykt hjálpina, sum nevnist American Rescue Plan. Tað hendir, eftir at senatið samtykti hjálparpakkan um vikuskiftið. Bara ein demokratur atkvøddi ímóti.

Hjálparpakkin, sum er 1.900 milliardir dollarar, er broyttur fleiri ferðir, men nú er hann klárur, og sambært Hvítu Húsunum, fer forsetin at skriva undir hjálpina í morgin.

Hjálparpakkin hevur millum annað við sær, at flestu amerikanarar fara at fáa ein kekk uppá 1.400 dollarar, sum svara til 9.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809