Fýra loyvi givin at landa uttanlands

Fýra loyvi givin at landa uttanlands
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beini Johannesen, løgtingsmanni
Í einum føri varð loyvi givið landa frystan botnfisk í Íslandi, tí kvotan hjá skipinum var størri, enn skipið tekur
 
18.03.2021 - 08:36

Fullar frystigoymslur í Føroyum, stór kvota og ein skaddur maður.

Tað eru orsøkirnar til, at føroysk skip fingu loyvi at landa uttanlands.

Fýra loyvi eru latin, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi um landingar uttanlands.

Svarið er, at tvær ferðir er loyvi givið at landa frystan svartkjaft og norðhavssild, tí frystigoymslurnar í Føroyum vóru fullar.

Kvotan var størri enn lastin

Í einum føri er undantak givið at avreiða frystan botnfisk í Íslandi, tí kvotan hjá skipinum var 50 tons størri enn skipið tekur. Loyvi varð givið at landa 75 tons í íslendskari havn við tí treyt, at fiskurin varð fluttur til Føroya at verða seldur.
 
Í einum føri er loyvi givið at landa feskan svartkjaft uttanlands, tí ein maður hevði fingið skaða umborð, og skuldi undir læknahond skjótast gjørligt.

Ein kunngerð var eisini í fjør um loyvi at landa svartkjaft uttanlands frá 11. mars til 15. juni, tí skipini skuldu bíða eftir landingartørni í Føroyum.

Ikki er avgjørt enn, um skip kunnu landa ella avreiða uttanlands uttan at skula biðja um loyvi hvørja ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541