Eginkvotur kunnu geva reiðaríum milliardavirði

Eginkvotur kunnu geva reiðaríum milliardavirði
Reiðaríini hjá Sandshavinum og Vesturhavinum halda søguligan fiskiskap í Eysturgrønlandi og Flemish Cap vera burturvið
Reiðaríini hjá Sandshavinum og Vesturhavinum hava sent felags hoyringarsvar til kunngerðina um fiskiskap í Eysturgrønlandi og á Flemish Cap
 
19.03.2021 - 09:01

Leisturin, sum landsstýrismaðurin ætlar at brúka til at býta kvoturnar í Eysturgrønlandi og á Flemish Cap millum línuskipini, skeiklar fullkomuliga býtið millum skipini.

Tað siga reiðaríini hjá Sandshavinum og Vesturhavinum í felags hoyringarsvari.

Feløgini halda tað vera burturvið at tosa um "søguligan fiskiskap" sum grund fyri at lata ávísum reiðaríum stórar kvotur, meðan onnur í sama bólki at kalla einki fáa í sín part.

Fyri at seta tingini í perspektiv, hava reiðaríini hjá Sandshavinum og Vesturhavinum biðið grannskoðarafyritøkuna Numo rokna virðið á eginkvotunum við Eysturgrønland og á Flemish Cap, sum eftir ætlan skulu leggjast á tey 21 loyvini í bólki-3. 

Virðið verður góða milliard

Virðið hevur Numo ásett við støði í meðalkvotunum á báðum leiðum síðstu árini, at toskurin í kruvdari vekt kann seljast fyri 25 krónur/kilo, og at eginkvoturnar verða galdandi í 12 ár, soleiðis sum uppsagnarfreistin í sjófeingislógini ásetur.

Við hesum roknistykki fáa eginkvoturnar, sum ætlandi skulu latast línuskipunum, eitt samlað virði upp á eina góða milliard krónur.

Landsstýrismaðurin ætlar, at sonevnd søgulig rættindi skulu viga 75 prosent, tá kvoturnar skulu býtast út á skipini.

Ber ikki til at tosa um søgulig rættindi

Men tað ber als ikki til at tosa um søgulig rættindini, tí talan er um nýggj rættindi hjá línuskipunum, siga reiðaríini hjá Sandshavinum og Vesturhavinum.

Tey vísa harumframt á, at fiskiskapurin síðstu árini er ongantíð er farin fram undir tí fortreyt, at einstøku skipini við at fiska skulu vinna sær søgulig rættindi. Tvørturímóti hava skip gjørt innanhýsis avtalur um, at eitt skip fiskar kvotuna hjá øðrum, tí tað loysir seg best. 

Sambært einum yvirliti hjá Fiskimálaráðnum vil leisturin, sum landsstýrismaðurin leggur upp til, geva onkrum línuskipi góð 18 prosent av føroysku kvotuni á Flemish Kap, meðan onnur línuskip fáa 1,2 prosent av kvotuni í sín part.

Millum 16 og 1,2 prosent

Í líknandi yvirliti hjá Fiskimálaráðnum yvir Eysturgrønland fær okkurt línuskipið stívliga 16 prosent av føroysku kvotuni í sín part, meðan onnur skip bara fáa 1,2 prosent av kvotuni í sín part.

Í báðum yvirlitum eru 21 skip nevnd - fimm teirra eru als ikki í vinnu í dag, men loyvini liva framvegis.

Fyri tey skipini, sum fáa heilt niður í 1,2 prosent av kvotunum í sín part, vil tað stórt sæð ongantíð loysa seg at fiska kvotuna - heilt einfalt, tí hon altíð vil vera ov lítil at fara eftir. 

Og veiðivirðið á eginkvotunum, sum skipini eftir ætlan fáa í sín part, verður eisini sera ymiskt.

Sambært yvirlitinum, sum grannskoðarafelagið Numo hevur gjørt fyri Sandshavið og Vesturhavið, fáa nøkur línuskip sambært kunngerðini kvotur, har veiðivirðið verður meira enn 180 milliónir næstu 12 árini.

Sambært reiðaríunum - sum hava biðið um greiningina - verður veiðivirðið á teirra parti av kvotunum í Eysturgrønlandi og Flemish Cap millum 12 og 17 milliónir.

Kunngerðirnar - tað vil siga leisturin hjá landsstýrismanninum at býta føroysku kvoturnar út sum eginkvotur til tey 21 loyvini í bólki-3 - eru strandaðar í eini politiskari ósemju í landsstýrinum.

Ein avleiðing av tí kann vera, at fiskiskapurin aftur í ár verður skipaður sum felagskvota.

Sambært yvirlitinum, sum grannskoðarafelagið Numo hevur gjørt fyri Sandshavið og Vesturhavið, fáa nøkur línuskip sambært kunngerðini kvotur, har veiðivirðið verður meira enn 180 milliónir næstu 12 árini.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254