Allir hjálparfelagsskapir riknir úr Norðurkorea

Allir hjálparfelagsskapir riknir úr Norðurkorea
Eingi altjóða fólk frá Sameindum tjóðum, Reyða Krossi ella øðrum hjálparfelagsskapum eru nú eftir í landinum
Tey seinastu fólkini hjá altjóða hjálparfelagsskapum fóru úr Norðurkorea fyri skjótt tveimum vikum síðani
 
30.03.2021 - 09:24

Nú eru øll fólk, sum gera hjálpararbeiði í Norðurkorea, rikin úr landinum. Tað merkir, at eingi altjóða fólk frá ST, Reyða Krossi ella øðrum hjálparfelagsskapum eru eftir í landinum.

Koronufarsóttin gjørdi, at kommunistiska einaræðið í Norðurkorea fekk enn ein gyltan møguleika at steingja landið fyri umheiminum. 

Sjált um landið ikki hevur skrásett ein einasta tilburð av COVID-19, gjørdi leiðarin í landinum, Kim Jong-un, longu í januar í fjør av at lata landamørkini aftur.

Tey seinastu hjálparfelagsfólkini fóru 18. mars

Í januar varð tað ólógligt at ferðast inn í landið. 18. mars í ár máttu tey seinastu fólkini hjá hjálparfelagsskapum fara úr landinum.

Vit óttast, hvussu støðan er í landinum, sigur Torgen Bjørk-Henriksen, seniorráðgevi hjá Reyða Krossi í Asia. Hann hevur ferðast í landinum meira enn 20 ferðir, og er ein av norðmonnunum, sum kennir Norðurkorea best, skrivar NRK.

Á vári 2019 var niðurstøðan hjá einum bólki av serfrøðingum hjá ST, sum hevði vitjað í Norðurkorea, at yvir 10 milliónir fólk vóru hótt av hungri. Fólk fingu tá bara 300 gram at eta um dagin, og tað er minkað síðani. Tørvur er á neyðhjálp frá útlandinum.

Vit vóna, at myndugleikarnir hava lært av hungursneyðini, sum var síðst í nítiárunum, tá ið umleið 3,5 milliónir fólk doyðu. Nú vita vit einki um, hvussu støðan er, men tørvur er helst á nógvari neyðhjálp, sigur Torgen Bjørk-Henriksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423