Kann taka tímar at fáa oljuna av vegnum

Kann taka tímar at fáa oljuna av vegnum
Olja er likin frá einum tangabili á strekkinum úr Leirvík til Gøtueiði - tað fer at taka tímar at reinsa vegirnar, boðar løgreglan frá
 
03.04.2021 - 13:59

Tað fer at taka nakrar tímar at reinsa vegirnar eftir at olja er likin frá einum tangabili á strekkinum frá Leirvík til Gøtueiði.

Jan Fossaberg greiddi í útvarpinum á middegi frá, at olja er á vegnum inni í Leirvíks bygd og á landsvegnum heilt til Gøtueiði.

Bilar hava eisini drigið oljuna út á síðuvegir og tí mugu fólk vera varðin í økinum. 

Tað kann taka fleiri tímar aftrat, áðrenn vegirnir eru reinsaðir, segði Jan Fossáberg við Kringvarpið klokkan 14 seinnapartin.

Løgreglan biður fólk koyra varliga, tí vegirnir eru sera hálir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522