Føroyingar fáa talgilt koronupass

bannari
Føroyingar fáa talgilt koronupass
Sjúkrahúsverkið er í ferð við at gera eina talgilda koppsetingarkvittan
 
12.04.2021 - 09:51

Fólk, sum eru vaksinerað fyri koronu í Føroyum, fáa eitt koronupass. Sjúkrahúsverkið er í ferð við at gera eina talgilda koppsetingarkvittan. Kvittanin kann fáast sum PDF, men kann eisini leggjast í AppleWallet. 

Seinni verður kvittanin væntandi eisini tøk til fartelefonir, sum brúka Android, tá Google hevur gjørt eitt standard koronupass til teirra wallet, sum skal kunna brúkast í øllum londum.

Arbeiða saman við Smyril Line

Sjúkrahúsverkið arbeiðir saman við Smyril Line um koronukvittanina. Smyril Line hevur gjørt bókingarskipaninar, sum Sjúkrahúsverkið brúkar í sambandi við koronukanningarnar og koronukoppsetingina.

Sjúkrahúsverkið metir, at føroyska koronukvittanin kann brúkast sum eitt slag av koronupassi á sama hátt sum tað sum júst er komið í Danmark.  

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025