Øll lógin skal endurskoðast

Øll lógin skal endurskoðast
Meirilutin í trivnaðarnevndini vil ikki hækka hámarkið í sjúkradagpeningalógini nú
Hámarkið er 80 prosent.
 
17.11.2026 - 06:44

Tað fer at kosta landskassanum 21 mió.kr. netto um árið at hækka dagpengarnar.

Hetta vísir meirilutin, samgongan, í trivnaðarnevndini, á.

Nevndin hevur skrivað álit um lógaruppskotið hjá Bjørg Brynhildardóttur Egholm í Tjóðveldi um at hækka hámarkið fyri dagpeningaveiting.

Sambært uppskotinum skal hámarkið hækka úr 80 upp í 100 prosent.

Meirilutin, sum ikki tekur undir við uppskotinum, sigur, at broytingin hevur við sær størri útreiðslur fyri arbeiðsgevarar.

Tá er umráðandi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru við. 

Meirilutin vil hava eina breiðari og meira samanhangandi endurskoðan, skal lógin um sjúkradagpening broytast.

Sjálvstýri tekur undir við Tjóðveldi um at hækka hámarkið fyri sjúkradagpening úr 80 upp í 100 prosent  av sáttmálalønini. 

Minnilutin í trivnaðarnevndini tekur undir við, at sjúkradagpeningaskipanin eigur at vera endurskoðað í síni heild.

Men tað eigur tó ikki at forða fyri at fremja ábøtur nú, siga Tjóðveldi og Sjálvstýri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592