Eftirgjørt koppingarevni í Póllandi og Meksiko

bannari
Eftirgjørt koppingarevni í Póllandi og Meksiko
WHO sigur, at eftirgjørt koppingarevni er ein hóttan móti fólkaheilsuni í heiminum
Í Póllandi verður eftirgjørt Pfizer-koppingarevni nýtt sum heilivágur fyri rukkur
 
26.04.2021 - 16:15

Amerikanski heilivágsframleiðarin, Pfizer, sigur seg hava eyðmerkt eftirgjørt koppingarevni í Póllandi og Meksiko, skrivar BBC News.

Heilsumyndugleikarnir í teimum báðum londunum løgdu hald á koppingarevni, og kanningar vísa, at talan var um eftirgjørt koppingarevni.

Í Meksiko hevði koppingarevnið óektaða frámerking, og í Póllandi var talan um heilivág fyri rukkur, sigur hivágsframleiðarin, Pfizer.

Hóttan móti fólkaheilsuni

Heimsheilsustovnurin ávarar um, at eftirgjørt koppingarevni er ein "hóttan móti alheims fólkaheilsuni", sum WHO málber seg.

Heilivágsframleiðarin hevur heitt á myndugleikarnar um at fáa eyðmerkt og tikið burtur eftirgjørda koppingarevnið.

Ein talsmaður hjá Pfizer sigur sambært bretska kringvarpinum, at stóri eftirspurningurin eftir Pfizer-koppingarevni er orsøkin til eftirgjørda koppingarevnið.

Í mars søgdu granskarar við BBC, at teir hava sæð vøkstur í eftirgjørdum koppingarevni og snýti við negativum koronukanningum, sum verða seldar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870