Fáa meira koppingarevni burtur úr hvørjum glasi

bannari
Fáa meira koppingarevni burtur úr hvørjum glasi
Starvsfólk í føroyska sjúkrahúsverkinum fáa sjey skamtar úr hvørjum glasi, og tað hevur givið 3.000 fleiri prik
Føroyska sjúkrahúsverkið hevur prikað 3.000 fleiri, tí starvsfólkini hava fingið meiri koppingarevni burtur úr hvørjum glasi
 
11.05.2021 - 14:41

Føroyska sjúkrahúsverkið fær meira burtur úr hvørjum glasi av koppingarevni, enn heilivágsframleiðararnir høvdu roknað við.

Pfizer/BioNTech væntaði upprunaliga, at fimm skamtar fingust burtur úr hvørjum glasi av koppingarevni, men hetta varð síðani broytt til seks.

Men starvsfólkini í føroyska sjúkrahúsverkinum fáa sjey skamtar úr hvørjum glasi. Altso tveir fleiri, enn framleiðarin metti av fyrstan tíð.

3.000 fleiri prik

Higartil hevur hetta havt við sær, at sjúkrahúsverkið hevur fingið umleið 3.000 prik fleiri, enn um tað "bara" fingust seks skamtar úr hvørjum glasi.

Tað stendur í triðju støðulýsingini hjá koppsetingarbólkinum, sum er útgivin í dag.

Nú er áttanda hvørt fólk í Føroyum liðugt koppsett, og triðja hvørt fólk hevur fingið fyrra prikið, sigur sjúkrahúsverkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860