Hóvlig valevni sleppa ikki at stilla upp í Iran

Hóvlig valevni sleppa ikki at stilla upp í Iran
Teirra millum eru verandi varaforsetin og fyrrverandi formaðurin í tjóðartinginum
 
30.05.2021 - 15:17
Eftirlitsráðið í Iran hevur noktað tveimum hóvligum valevnum at stilla upp til forsetavalið í juni, skrivar hálvalmenna tíðindastovan í Iran, Fars. Hvørki fyrrverandi formaðurin í tjóðartinginum, Ali Larijani, ella núverandi varaforsetin í Iran, Esaq Jahangiri, fáa loyvi at stilla upp. Báðir verða mettir at vera hóvligir. Sambært tíðindastovuni, fær fyrrverandi forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, heldur ikki loyvi at stilla upp á forsetavalinum sum verður 18. juni. Eftirlitsráðið, sum eisini virkar sum valnevnd í Iran, hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini, men roknað verður við, at almenni listin við valevnum, verður almannakunngjørdur í næstum. 12 konservativir limir eru í eftirlitsráðnum, og eftir grundlógini skal ráðið taka avgerð um, um valevnini eru egnað at stilla upp. Roknað verður við, at mótmælir fara at taka seg upp, um hvørki Larijani ella Jahingiri, sleppa at stilla upp. Og óhugsandi er ikki, at hóvligi vongurin í Iran fer at biðja fólk um ikki at fara á val. Hóvligir iranar vilja hava gongdina undir verandi forsetanum, Hassan Rouhani, at halda fram, tí hann hevur framt stórar broytingar. Rouhani hevur verið forseti í tvey skeið, og kann tí ikki stilla upp aftur, skrivar NTB.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744