Eru framvegis nummar 31 á hvíta lista

Eru framvegis nummar 31 á hvíta lista
Sjóvinnustýrið sigur, at orsøkin til, at Føroyar standa í stað á listanum, er, at londini framman fyri okkum eisini gerast betri
Sjóvinnustýrið fegnast um, at skip, sum vera afturhildin, eru støðugt færri.
 
18.06.2021 - 09:16

Føroyar eru framvegis á 31.plássi á hvíta listanum hjá ParisMoU.

41 skip eru á hvíta listanum.

ParisMoU kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og í londum við Norðuratlantshav, fyri at vita, um trygdin umborð er í lagi.

Sjóvinnustýrið sigur, at orsøkin til, at Føroyar standa í stað á listanum, er, at londini framman fyri okkum eisini gerast betri.

Sjóvinnustýrið fegnast

Sjóvinnustýrið fegnast um, at skip, sum vera afturhildin, eru støðugt færri.

Í fjør var bara eitt afturhildið, tí alt var ikki í lagi umborð.

Higartil á ár er einki skip, sum hevur føroyskt flagg, afturhildið.

ParisMoU hevur eisini ein gráan lista og ein svartan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666