Nýggjar kunngerðir um Fróðskaparsetrið

Nýggjar kunngerðir um Fróðskaparsetrið
Reglur fyri allar úbúgvingar eru farnar í tríggjar kunngerðir
Serstakar kunngerðir eru tó um fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum taka útbúgving á Setrinum
 
21.06.2021 - 08:43

Nýggju kunngerðirnar um Fróðskaparsetrið eru nú lýstar.

Talan er um eina samansjóðing, so reglur, sum eru fyri allar útbúgvingar, fara í tríggjar kunngerðir; eina um upptøku, eina um próvtøku og eina um útbúgvingar.

Serstakar kunngerðir eru tó um fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar. 

Orsøkin er, at hesar útbúgvingar eru nakað øðrvísi enn útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum annars, millum annað hava tær ein verkligan part. Harumframt venda tær sær beinleiðis til ítøkilig størv.

Kunngerðin um útbúgving til sjúkraøktarfrøðing sigur eisini, at útbúgvingin skal lúka krøvini, sum ES setir, fyri at tryggja, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar framvegis kunnu løggildast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890