Danska EM-ævintýrið liðugt

07.07.2021 - 22:44
ÍtrótturFótbóltur
Danska EM-ævintýrið liðugt
Eitt tunt brotsspark bleiv avgerandi, tá Danmark varð sent úr EM í umdystinum í hálvfinaluni móti Onglandi
Ein troyttur og vónbrotin Simon Kjær, sum var so óheppin at sparka bóltin í egið mál
 

Tangin hjá donsku leikarunum tóktist ikki ordiliga fullur, tá Danmark skuldi royna at vinna seg í EM-finaluna móti Onglandi. 

Hóast teir donsku leikararnir stríddust manniliga, so var í umdystinum ikki meira orka at standa ímóti enska trýsinum.

Og tá Joakim Mæhle stakk fótin út í egnum brotsteigi, so var Raheem Sterling skjótur at lata seg falla, og so var brotsspark.

Tunt, men eisini dumt av Mæhle at stinga fótin út, tá Sterling var farin framvið. 

Brotssparkið hjá Harry Kane bjargaði Kasper Schmeichel, men tíverri støkk bólturin út aftur til enska liðskiparin, og aðruferð brendi málrevurin ikki.

Samstundis mátti innskifti Mathias Jensen geva skarvin yvir, so danir noyddust at spæla seinna hálvleik í umdystinum við 10 monnum. 

Danmark legði seg á odda
Ongland setti seg annars á dystin beinavegin, og donsku leikararnir vóru eitt sindur trilvandi í fyrra hálvleiki. Serliga stóra stjørnan hjá Onglandi, Raheem Sterling, legði trýst á donsku verjuna.  

Smátt um smátt fótaði Danmark sær og byrjaði at flyta spælið inn á ensku hálvuna. Donsku leikararnir fingu hjálpt av, at ensku spælararnir byrjaðu at gera mistøk, ikki minst Jordan Pickford í málinum. Tvær ferðir tveitti ella sparkaði hann bóltin beint til danir, og tað gav fleiri góðar danskar umstillingar. 

Pierre Emil Højbjerg kom í eina góða støðu, hóast skotið var heldur veikt. Mikkel Damsgaard snúði sær runt sum ein álur í enska brotsteiginum, áðrenn hann sendi eitt skot beit framvið enska málinum. 

Danmark kom eisini á odda við einari perlu av einum frísparksmálið, tá ein hálvi tímur varð leiktur. Unga stjørnan á danska landsliðnum, Mikkel Damsgaard, ella Damsinho, sum teir kalla hann, bankaði bóltin í netið úr 20 metru. Eitt framúrskarandi mál, og fyrsta frísparksmálið í EM-endaspælinum. 

 

Ongland javnaði tíverri
Danmark hevði Ongland í posanum hesa løtuna, men goymdi ordiliga at binda fyri. Ongland spældi seg innaftur í dystin. Fyrst mátti Kasper Schmeichel vísa, at hann er ein av heimsins bestu málmonnum, tá hann bjargaði einum skotið úr fimm metrum frá Raheem Sterling. 

Maður við upplegginum var Harry Kane, ið byrjaði at fara longri aftur á vøllin eftir bóltinum. 

Danir burdi verið ávaraðir, men í 39. minutti gekk tað galið, og enn einaferð var Harry Kane upphavsmaðurin, tá hann hegnisliga spældi Saka fría. Saka streyk til baklinjuna í høgru síðu, og tá hann legði innfyri, so var Simon Kjær so óheppin at sparka bóltin í egið mál. 

Ongland yvirtók dystin
Í seinna hálvleiki byrjaði orkan eyðsæð at ganga undan hjá donsku leikarunum. Kasper Hjulmand, venjarin, kendi seg noyddan at skifta nógv og tíðliga út, og tað sást beinavegin, at leikarar sum Thomas Delaney og Andreas Christiansen noyddust av vøllinum. 

Ongland setti seg fullkomiliga á dystin í seinna hálvleiki, og sum minuttirnir gingu, so hevði Danmark alsamt truplari við at halda fast í bóltinum og mátti verja fyri EM-lívinum. 

Danmark klára at stríða seg til umdystin, og tað kunnu teir takka Peter Schmeichel í málinum fyri. Men so dømdi hollendski dómarin ivasama brotssparkið. 

Danska EM-ævintýrið, sum mundi byrjað sum ein sorgarleikur, tá Christian Eriksen small um í Parkini, endaði við einum einum tunnu brotssparki. 


Fegnir enskir leikarar, sum skulu spæla EM-finaluna sunnudagin. 

Ongland

Frítekst tagging: 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. oktober
Nón 22. oktober 2021
130273
Fríggjadag 22. oktober
Góðan morgun Føroyar 22.10.2021
130243
Fríggjadag 22. oktober
Breddin
130242
Fríggjadag 22. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 22.oktober 2021
130229
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. oktober
í Luftini við Daniu O. Tausen
130270
Hósdag 21. oktober
Hin gloymda oyggin - seinni partur
130217
Týsdag 19. oktober
VIDEO: LFB byggir ein dronubil
130041
Mánadag 18. oktober
3-2
130065