Amfetaminmál førdi til handtøku í hashmáli

Amfetaminmál førdi til handtøku í hashmáli
Ein maður, sum varð frídømdur í einum amfetaminmáli, er nú dømdur tvey ára fongslusrevsing fyri at ætla at smugla 12,7 kg av hashi til Føroya
Ein maður, sum varð frídømdur í einum amfetaminmáli, er nú dømdur tvey ára fongslusrevsing fyri at ætla at smugla 12,7 kg av hashi úr Íslandi til Føroya
Mynd: Savnsmynd  
 
12.07.2021 - 09:55

Tey 12,7 kiloini av hashi, sum skuldu úr Íslandi til Føroya, vóru við í einum máli í Íslandi, sum umfataði sløk 24 kilo av hashi og byrjaði um heystið 2018.

Tey 12,7 kiloini, sum skuldu til Føroya, blivu tikin á Seyðisfirði 8.januar 2019.

Ein maður hevur fingið tvey ára fongsulsrevsing í einum nevingatingi í Føroya rætti fyri at ætla at smugla hashið til Føroya.

Íslendska heimasíðan Austurfrétt.is skrivar um málið, tí politiið á Eysturlandinum hjálpti politinum í Føroyum við málinum.

 

Dulnevni førdi til handtøku

Dømdi maðurin hevði eitt dulnevni, sum politiið í Føroyum fekk úr Íslandi, men ikki kendi tá.

Ikki fyrr enn navnið kom upp í einum øðrum rúsevnsimáli. Tað var um amfetamin, sum varð smuglað úr Danmark.

Maðurin varð tó frídømdur fyri at hava verið við í tí málinum.

Men nú kendi politiið dulnevni hansara. Og hann varð tikin, ákærdur og dømdur fyri at ætla at smugla hash úr Íslandi.

Tveir íslendskir løgreglumenn vitnaðu í nevningatinginum í Føroya rætti í november í fjør.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444