Varðhaldsfongslaður fyri harðskap

Varðhaldsfongslaður fyri harðskap
Grundlógaravhoyring var seinnapatin í sambandi við ein bardaga í gjárkvøldið uttanfyri eitt gistingarhús í Havn, har ein maður varð álopin og fekk nakrar snuddir
 
14.07.2021 - 17:37

Fýra menn eru skuldsettir fyri harðskap. Ein teirra, ein maður miðskeiðis í 40'árunum, var í grundlógaravhoyring varðhaldsfongslaður í fýra vikur skuldsettur fyri harðskap.

Hinir tríggir, sum eru ml. 20 og 32 ára gamlir, eru avhoyrdir og eru síðani latnir leysir aftur. Løgreglan heldur, at teir lupu á og, at teir komu og fóru í einum bili. 

Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini, vil enn ikki siga, hví menninir lupu á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444