- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein sorgarbundin Messi segði farvæl við Barcelona

Eftir 21 ár í Barcelona takkaði Lionel Messi í dag fyri seg í Barcelona.
Tað var ein sera rørdur Lionel Messi, ið steig upp til talarastólin, og hann græt sínum møðigu tár, áðrenn hann fekk mannað seg upp at takka fyri seg.
Og tárini trillaðu aftur, tá liðfelagirnir, umboð fyri Barcelona og tíðindafólk fóru á føtur og klappaðu fyri honum.
Tað er ikki ov nógv sagt, at tíðindafundurin hevði mest av øllum eina kenslu av at vera ein jarðarferð, tí øll, eisini Messi sjálvur, høvdu væntað, at hann skuldi enda sína yrkisleið í Barcelona.
Messi vildi halda fram
Men Barcelona er í so mikið tungum fíggjarligum sjógvi, at felagið sleppur ikki at skráseta nýggja sáttmálan hjá Messi, tí Barcelona skyldar ov nógvar pengar.
- Eg vildi halda fram í Barcelona, men eg slapp ikki fyri La Liga. Í fjør vildi eg burtur, men í ár vildi eg halda fram, men nú sleppi eg ikki, og tað er tað, ið er so trist.
Lionel Messi tosaði nógv um familjuna, og hann væntar, at tað verður hart fyri familjuna at skula venja seg við eitt nýtt land, ein nýggjan bý og eitt nýtt felag.
- Men eg veit, at tað verður fínt. Vit mugu hyggja frameftir.
Í fjør vildi eg burtur, men í ár vildi eg halda fram í Barcelona, men nú sleppi eg ikki, og tað er tað, ið er so trist.
Lionel Messi
PSG er ein møguleiki
Lionel Messi vildi ikki vátta nakað um, hvar hann fer at spæla, men tá hann varð spurdur beinleiðis um PSG, so svaraði hann, at tað var ein avgjørdur møguleiki.
Spurdur um, hvussu hann væntar at tað fer at ganga Barcelona, nú hann fer úr felagnum, sum hann hevur vunnið alt við.
- Eg beri ongan ótta fyri Barcelona. Barcelona er eitt tað størsta felag í heiminum, og felagið hevur ein framúrskarandi leikarahóp. Aðrir leikarar fara at koma til felagið, so tað verður lætt hjá Barcelona at koma víðari, segði Lionel Messi, ið harmaðist um, at hann ikki fekk sagt ordiliga farvæl við viðhaldsfólkini á vøllinum.
Komi ikki aftur at siga farvæl
Spurdur um hann ikki hevði hug at koma aftur at siga farvæl, segði Messi nei.
- Nú bleiv tað soleiðis, og tað fær ikki verið øðrvísi. Eg vil bara takka øllum fyri tann stuðul, ið eg havi fingið øll árini her, og eg ælti mær at koma aftur at hjálpa felagnum á ein ella annan hátt, tá eg eri liðugur at spæla fótbólt. Barcelona er eisini okkara heim.
Lionel Messi gjørdi ferð eftir ferð vart við, at hann hevði gjørt alt, ið hann kundi, fyri at sleppa at halda fram í Barcelona, men at tað bar ikki til.
- Eg var sinnaður at fara niður í løn, men tað var framvegis ikki gjørligt hjá mær at sleppa at halda fram her, og tí noyðist eg at fara. Eg gekk við til alt, ið felagið hevur biðið meg um, fyri at sleppa at halda fram, men tað bar ikki til, segði Messi, ið viðgekk, at tað var sum at fáa eina spann av køldum vatni í gronina, tá hann fekk boðini.
- Eg royni at venja meg við nýggju støðum, viðgekk Messi, áðrenn hann legði afturat, at tað, ið er mest umráðandi er, at familjan hevur tað gott, og at hann sleppur at halda fram at gera tað, ið hann elskar, nevniliga at spæla fótbólt.
672 mál í 778 dystum
Hagtølini tala fyri seg, nú Messi gevst í Barcelona.
Argentiska stjørnan hevur spælt flest dystir fyri Barcelona, hann hevur skorað flest mál, hann hevur verið við til at vunnið flest dystir, og so er hann eisini tann spælarin, ið hevur vunnið flest meistaraheitir við felagnum.
Lionel Messi skeyt 672 mál í 778 dystum fyri Barcelona.
Messi hevur vunnið 35 steyp við Barcelona:
10 x La Liga
8 x Super Cup
7 x Copas del Rey
4 x Champions League
3 x Club World Cup
3 x European Super Cup
Og Messi er eisini kosin heimsins besti leikari (Ballons d'Or) seks ferðir í 2009, 2010, 2011, 2012, 2015 og 2019, og tað hevur eingin annar megnað.
Messi er eisini yngsti spælari, ið hevur vunnið tríggjar Ballons d'Or. Messi var 24 ár, seks mánaðar og 17 dagar, tá hann vann Ballons d'Or fyri triðju ferð 9. januar 2012.
Messi hevur skotið flest mál í einum kappingarári, tá hann skeyt 73 mál í øllum kappingum í 2011/12. (50 í La Liga, 14 í Champions League, trý í Copa del Rey, trý í sponsku Super Cup, eitt í evropisku Super Cup og tvey í Club World Cup)
Messi er eisini tann spælarin, ið hevur skotið flest mál eitt og sama ár. Í 2012 skeyt hann samanlang 91 mál. 84 við Barcelona (59 í La Liga, 13 í Champions League, fimm í Copa del Rey og tvey í Super Cup) og so skeyt hann eisini 12 mál við argentiskan landsliðnum. Harumframt skeyt Messi fimm mál í vinardystum við Barcelona, so talið kundi eisini verið 96 mál.
Messi er eisini tann spælari, ið hevur skotið flest mál fyri eitt og sama felag. Tey 672 málini, Messi skeyt fyri Barcelona, eru fleiri enn tey 643, ið Pele skeyt fyri Santos í árunum 1956 til 1974.




























