Vágs Kommuna brúkt 300.000 krónur uttan játtan

Vágs Kommuna brúkt 300.000 krónur uttan játtan
Eingin politisk samtykt liggur aftanfyri avgerðina hjá Vágs Kommunu um heildarætlan fyri Fiskaplássið á Løðhamri
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
 
06.09.2021 - 19:05

Vágs Kommuna hevur brúkt 300.000 krónur til eina verkætlan, uttan at pengarnir nakrantíð eru játtaðir politiskt. 

Hálvan juli boðar Vágs Kommuna frá, at Fiskaplássið á Løðhamri, miðskeiðið í bygdini, skal gerast til eitt mentanarøki.

Selmar Nielsen Arkitetar hava tá gjørt uppskot um heildarætlan fyri økið, og verður eitt skitsu-modell av ætlanini víst fram í Miðlatúni í Vági.

Uppskotið kostar 300.000 krónur, umframt mvg. Men eingin politisk samtykt liggur aftanfyri. 

Tað váttar Bjarni Johansen, borgarstjóri, tá vit spyrja hann um tað. Borgarstjórin hevur annars ongan hug at viðmerkja málið. Hann váttar tó, at hann hevur biðið SNA um at gera heildarætlanina. 

Spurdur, hvussu nógvar pengar kommunan kann brúka, uttan at avgerðin at brúka pengarnar er kjølfest við eini nevndar- ella býráðssamtykt, vil borgarstjórin ikki svara.

Sambært Bjarna Johansen kemur málið fyri í havna- og vinnunevndini fyrst í næstu viku. Og síðani skal kunnandi fundur vera um verkætlanina hálvan september.

Uppskotið um heildarætan fyri Fiskaplássið á Løðhamri lýsir fleiri ymiskar møguleikar við økinum - og kommunan skal so gera av, hvat hon ynskir við økinum. Tástani ber til at meta um, hvat arbeiðið tá avtornar fer at kosta. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655