- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svinn í vínkjallaranum á Bessastøðum

Leiðarin fyri forsetabústaðnum Bessastaðir í Íslandi, Helga Einarsdóttir, er kallað til arbeiðis úr summarfrí fyri at kanna goymsluna í vínkjallaranum á Bessastøðum.
Hægstirættar-advokatur segði fyrr í vikuni, at nógv vín er tikið úr goymsluni til privata nýtslu.
Málið byrjaði, tá ið Sigurður Guðjónsson, hægstirættar-sakaførari, á Facebook-vanga sínum fanst at forsetaembætinum fyri at blanda seg upp í kjakið um kynsbrotsverk, sum skulu vera framd móti íslendska kvinnulandsliðnum í fótbólti.
Og í somu boðum á Facebook skrivar hann eisini, at hann hevur fingið prógv um, at ávís nøgd av víni seinastu árini er tikin úr vínkjallaranum á Bessastøðum til privata nýtslu.
Svinnið í vínkjallaranum verður nústani kannað, eftir at fjølmiðlar hava spurt um málið, skrivar íslendska kringvarpið.


























