Almannamálaráðið byggir ikki fyri pengarnar

Almannamálaráðið byggir ikki fyri pengarnar
Árini 2017 til 2022 var ætlanin at byggja fyri 200 mió.kr., men bara slakar 44 mió. kr. vóru brúktar við árslok í fjør
Landsgrannskoðanin undrast á, at Almannamálaráðið ikki hevur bygt fleiri bústaðir, tí pengarnir eru har.
 
20.09.2021 - 13:12

Landsgrannskoðanin undrast á, at Almannamálaráðið ikki hevur bygt fleiri bústaðir, tí pengarnir vóru har.

Sambært einari frágreiðing, sum var gjørd í 2015 um støðuna hjá 71 bygningum hjá Almannaverkinum vóru 24 teirra í sera ringum standi.

Havandi í huga serliga vánaligu støðuna hjá bústøðunum, heldur Landsgrannskoðanin tað vera undranarvert, at játtanirnar at byggja fyri ikki vóru brúktar, stendur í ársfrágreiðingini fyri 2020. 

Árini 2017 til 2022 var ætlanin at byggja fyri 200 mió.kr. 

Slakar 44 mió.kr. vóru brúktar við árslok 2020.

Í 2019 vóru brúktar 3,4 mió. kr. til nýtt barnaheim í Havn.

Nýggjasta kostnaðarætlanin er 135 mió.kr. 

Nú í september 2021 hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita, at einki nýtt er hent í hesum máli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327