Landssjúkrahúsið skal gera mannagongdir um trygdarbrot

Landssjúkrahúsið skal gera mannagongdir um trygdarbrot
Dátueftirlitið hevur givið Landssjúkrahúsinum kravboð
Dátueftirlitið hevur givið Landssjúkrahúsinum kravboð um at gera skjalfestar mannagongdir um, hvussu trygdarbrot skulu handfarast.
 
22.09.2021 - 09:45

Landssjúkrahúsið hevði ongar skjalfestar mannagongdir um, hvussu trygdarbrot skuldu handfarast.

Dátueftirlitið hevur kravt, at Landssjúkrahúsið ger hesar mannagongdir.

Eitt trygdarbrot er, sambært Dátueftirlitinum, brot á trygdina, sum ger, at persónsupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari, ella at atgongd verður givin til persónsupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.

Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við, um Landssjúkrahúsið hevur handfarið brot á persónsdátutrygdina í samsvari við dátuverndarlógina.

Og tað gjørdi, at Dátueftirlitið hevur givið Landssjúkrahúsinum kravboð um at gera skjalfestar mannagongdir um, hvussu trygdarbrot skulu handfarast. 

Kravboðini eru millum annað um at gera skrivligt tilfar um trygdarbrot til starvsfólkini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455