- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna forsætisráðharri í Tunesia
Fyri fyrstu ferð hevur Tunesia fingið eina kvinnu sum forsætisráðharra.
Tað er 63 ára gamla, Nalja Bouden Romdhane, sum er útbúgvin verkfrøðingur og professari í tøkni. Hon hevur fyrr arbeitt fyri m.a. Heimsbankan.
Hetta hendir eftir at forsetin, Kais Saied, í juli mánaði koyrdi forsætisráðharran til hús og upploysti lóggávutingið.
Politisku mótstøðufólkini kallaðu hetta eitt kvett.
Ófriður er í landinum, tí fólk eru óð um handfaringina hjá stjórnini av koronufarsóttini.
Í tveir mánaðir hevur bíðað verið eftir, at nýggjur forsætisráðharri varð tilnevndur.
Skipa nýggja stjórn
Nalja Bouden Romdhane skal nú skipa stjórn, og sambært forsetanum, Kais Saied, skal hon gera tað skjótast til ber,- "..helst um fáar tímar ella dagar, tí vit hava mist nógva tíð", segði hann í sjónvarpaðari røðu.
Saied sigur, at høvuðsuppgávan hjá stjórnini verður at steðga mutrinum og ruðuleikanum, sum valdar á fleiri almennum stovnum.
Bouden verður tíggjundi forseti í Tunesia síðani 2011.
Tunesia verður lýst sum einasta arabiska landið, sum síðani arabiska várið í roynd og veru roynir at fremja broytingar, og arbeiðir fyri størri frælsi í landinum.
Stór ónøgd er tó í landinum, og tí varð Hicem Mechichi koyrdur frá sum forsætisráðharri 25. juli.
Forsetin miðsavnað valdið
Andstøðan sigur, at eftir tað hevur forsetin skipað fyri, at politisk mótstøðufólk , dómarar og vinnulívsfólk eru handtikin, og hava fingið forboð at fara úr landinum.
Forsetin hevur síðani miðsavnað valdið til sín sjálvs, og hevur givið sær fleiri heimildir. Tí verður spurnatekin nú sett við, um frælsið í landinum er hótt.
Fyrr í hesi vikuni boðaði forsetin frá, at hann nú sjálvur hevur rætt til at seta og koyra forsætisráðharran frá.
Nýggi forsætisráðharrin skal endurreisa búskapin í landinum, sum hevur fingið uppaftur størri bakkast av koronufarsóttini, skrivar AP.