Umstríddur forseti leggur frá sær

Umstríddur forseti leggur frá sær
Umstríddi forsetin á Filipsoyggjunum leggur frá sær við næsta val
 
02.10.2021 - 16:17

Umstríddi forsetin á Filipsoyggjunum, Rodrigo Duterte, boðar í dag frá, at hann leggur frá sær við næsta val. Hann boðar somuleiðis frá, at hann gevst í politikki. 
Tað er ikki váttað enn, men hildið verður, at dóttur hansara, Sara Duterte Carpio, fer at royna at blíva vald í pápans stað. 

 

Umstríddur

Rodrigo Duterte er serliga umstríddur fyri sítt stríð ímóti rúsevnum. Altjóða dómstólurin í Haag, hevur fyri kortum sett eina kanning, sum skal gera av, í hvønn mun Duterte er samsekur í fleiri drápum. 

Forsetin hevur fleiri ferðir heitt á løgreglufólk um at drepa rúsevnismisnýtarar. 

 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659