Nú fer samstarvsráðið til verka

Nú fer samstarvsráðið til verka
Teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum hava skrivað undir avtaluna í dag
Teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum skriva undir avtaluna um samstarvsráðið um trygdar- og verjupolitisk viðurskifti.
 
04.10.2021 - 14:36

Nýggja samstarvsráðið millum Danmark, Føroyar og Grønland fer nú til verka.

Seinnapartin hava teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Muté B. Egede, landsstýrisformaður, skrivað undir eina avtalu, ið ásetur karmarnar fyri samstarvið.

Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis, skrivar Løgmansskrivstovan.

Semjusøkjandi

- Eg haldi, at nýggja samstarvsráðið er eitt greitt og ítøkiligt úrslit av góða og semjusøkjandi samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland seinastu árini. Vit merkja stútt og støðugt ein størri áhuga fyri Føroyum frá stórveldinum, og eg vænti, at samstarvsráðið fer at hava ein týðandi lut at tryggja okkum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskiftini næstu árini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Føroyar hava formansskapin í samstarvsráðnum í 2022. 

>>>Her er avtalan um samstarvsráðið<<<

Bárður á Steig Nielsen, Mette Frederiksen og Mute B. Egede.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025