Tríggir fáa Nobelheiðursløn í alisfrøði

Tríggir fáa Nobelheiðursløn í alisfrøði
Hetta er onnur Nobelheiðurslønin, sum er avdúkað hesa vikuna
Í dag var kunngjørt, hvør fær Nobelheiðurslønina í alisfrøði.
Mynd: RitzauScanpix  
 
05.10.2021 - 15:53

Nobelheiðurslønin í alisfrøði verður í ár latin amerikanaranum Syukuro Manabe, sum er føddur í Japan, týskaranum Klaus Hasselmann, og italiumanninum Giorgio Parisi fyri arbeiðið at fata torskildar alisfrøðiligar skipanir í sambandi við eitt nú veðurlagsbroytingar.

Annar helmingurin av heiðurslønini fer til 90 ára gamla Manabe og Hasselmann fyri at eftirgera veðurlagið á jørðini og álítandi at spáa um alheims upphiting.

Hin helmingurin fer til Giorgio Parisi fyri at hava funnið sonevndar "duldar reglur"  at síggja til tilvildarligar flytingar í gassum og løgum.

Hetta er onnur Nobelheiðurslønin, sum verður avdúkað í hesi vikuni, eftir at amerikanararnir David Julius og Ardem Patapoutian mánadagin fingu heiðurslønina í medisini.

Seinni í hesi vikuni verða vinnarar í evnafrøði, bókmentum og búskapi eisini kunngjørdir, og vinnarin av friðarheiðurslønini verður eisini avdúkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558