"Skál" sloppin við á filmsfestivalin í Lübeck

"Skál" sloppin við á filmsfestivalin í Lübeck
Heimildarfilmurin "Skál", eftir Mariu Tórgarð og Cecilie Debell, verður vístur á kenda norðurlendska filmsfestivalinum í týska býnum Lübeck
Dania O. Tausen er høvuðspersónur í heimildarfilminum "Skál", sum nú er sloppin við á filmsfestivlain í Lubeck
Mynd: Skál  
 
13.10.2021 - 18:17

Sterki og nógv rósti danskt-føroyski-heimildarfilmurin "Skál", sum snýr seg um 22 ára gomlu Daniu Tausen, sum er uppvaksin í brøðrasamkomuni á Toftum, men sum fer gjøgnum eina broytingstíð, eftir at hon er flutt til Havnar at lesa, er sloppin við á sterka norðurlendska filmsfestivalin í týska býnum Lübeck, Nordische Filmtage Lübeck. 

Tað eru tær báðar Maria Tórgarð og Cecilie Debell sum hava leikstjórnað "Skál". 

Umframt at "Skál" verður vístur á norðurlendsku filmsdøgunum í Lübeck, so er filmurin eisini við í kappingini at verða kosin besti heimildarfilmur. Umframt heiðurin, so fylgja eisini 5000 evrir við, sum eru 37.000 krónur, um filmurin vinnur. 

Í fjør var tað  danski heimildarfilmurin um Grønland, "Kampen om Grønland", eftir Kenneth Sorento, sum vann fyri besta heimildarfilm. 

Tað er 63. ferð at Nordische Filmtage verða fyriskipaðir í Lübeck. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650