Stýrisskipanarlógin heimilar samstarvsráði

Stýrisskipanarlógin heimilar samstarvsráði
Løgmaður hevur svarað fyrispurningum frá Bjarna K. Petersen og Høgna Hoydal, løgtingsmonnum, um verjupolitiska samstarvsráðið
Umboð fyri Danmark, Føroyar og Grønland skrivaðu herfyri undir skjalið, sum ásetur karmarnar fyri samstarvsráðið, sum skal viðgera verju- og trygdarpolitisk mál.
 
19.10.2021 - 09:49

Stýrisskipanarlógin hevur heimildina hjá landsstýrinum at stovna samstarvsráðið, sum Danmark, Grønland og Føroyar stovnaðu herfyri.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað Bjarna Kárasoni Petersen og Høgna Hoydali, tingmonnum, um uttanríkispolitiska, trygdarpolitiska og verjupolitiska samstarvsráðið í ríkisfelagsskapinum.

Hann nevnir tvær greinir í stýrisskipanarlógini, sum gevur landsstýrinum heimildina.

Løgmaður sigur, at ráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis.

Løgmaður og tveir landsstýrismenn í ráðnum

Fyri Føroyar eru løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hann umsitur nettrygdina, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og mentamálum í samstarvsráðnum.

Ongar avgerðir um uttanríkismál, trygd ella verjumál verða tiknar í samstarvsráðnum, sigur løgmaður í svarinum. 

Samstarvsráðið er ein pallur, har sum londini kunnu kjakast um uttanríkismál, trygd og verju, eisini um málsøki, tí viðvíkjandi, sum eru yvirtikin. 

Føroyar hava formansskapin í ráðnum næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302