U19-landsliðið við kvinnum vann móti Kýpros

U19-landsliðið við kvinnum vann móti Kýpros
U19-kvinnulandsliðið í fótbólti vann í gjár einum sannførandi 2-0 sigur á Kýpros í EM-undankappingini, sum verður spæld í Mogilev í Hvítarusslandi í hesum døgum
Hóast U19-kvinnulandsliðið í fótbólti spældi allan seinna hálvleik við einum leikara minni, so skoraði liðið tvey mál
Mynd: FSF.fo  
 
25.10.2021 - 10:54

Føroyska U19-landsliðið við kvinnu fekk eina keðiliga byrjan upp á EM-undankappingina í Hvítarusslandi, tá liðið tapti móti Makedónia í fyrsta dystinum.

So tað var umráðandi, at liðið fekk eitt gott úrslit móti Kýpros í gjár.  

Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltsambandinum, so vístu føroysku kvinnurnar seg frá sínari allarbestu síðu, og tær vóru leikliga oman á allan fyrra hálvleik, hóast tað ikki eydnaðist at fáa nakað mál. 

Hóast liðskiparin, Sunniva Willemoes, varð rikin av vøllinum beint fyri steðgin, fyri at hála í tiltiknu neyðbremsuna, tá kypriotar fóru í mótálop, so megnaðu føroysku kvinnurnar at vinna dystin.

"Í seinna hálvleiki vístu spælararnir hjá okkum ein framúrskarandi stríðsvilja. Tær kempaðu og runnu allan hálvleikin á tamb, og tað gav eisini úrslit," sigur Pætur S. Clementsen, venjarin, við FSF.fo. 

Málini komu í 61. og 70. minutti, og tey skutu Anitha á Dalinum og Malena Olsen.  

U19-kvinnulandsliðið hevur nú ein dyst eftir í undankappingini, og hann verður týsdagin móti vertstjóðini Hvítarusslandi.

Myndir frá dystinum hevur FSF fingið frá hvítarussiska fótbóltssambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938