Skottilburðurin í Miðvági fyri Eystara landsrætt

Skottilburðurin í Miðvági fyri Eystara landsrætt
Nú Eystari landsrættur er í Føroyum, skal hann millum annað viðgera málið um mannin, sum skeyt eftir politinum í Miðvági í desember í 2019
Málið um skottilburðurin í Miðvági kemur nú fyri í Eystara landsrætturin
Mynd: Savnsmynd  
 
28.10.2021 - 07:45

Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi í mai 37 ára gamla mannin, ið skeyt eftir politinum í Miðvági í desember 2019, sjey ára fongsulsrevsing.

Maðurin varð dømdur fyri drápsroynd og fyri at hava vápn og lóður ólógliga. 

Hann kærdi alt fyri eitt dómin til Landsrættin, tí hann heldur, at sjey ár eru ov nógv.

 

Ákærin krevur harðari revsing

Nú Eystari landsrættur er í Føroyum, skal hann millum annað viðgera málið um skottilburðin í Miðvági í desember í 2019.

Viðgerðin byrjar fríggjadagin í næstu viku og heldur fram í viku 45.

Ákæruvaldið fer at krevja harðari revsing, var kunngjørt tá í mai. 

Teir tríggir landsrættardómararnir, og seks nýggir nevningar fara at viðgera málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444