Leiðslan í Kringvarpinum

Um KVF
Leiðslan í Kringvarpinum
Magnus Dam, Katrin Petersen, Barbara Samuelsen, Jákupa Mikkelsen, Dánjal Tavsen og Kári Poulsen eru í leiðsluni í Kringvarpi Føroya.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
02-11-2021

Sum einasti almenni miðlastovnur í landinum verða serlig krøv sett til Kringvarpið. Millum annað skulu vit framleiða og miðla hóskandi og álítandi tilfar til allar samfelagsbólkar á ymiskum miðlapallum, og vit skulu varpa ljós á og elva til kjak um viðkomandi samfelagsviðurskifti. 

Tað hevur týdning, at leiðslan í Kringvarpinum á professionellan hátt gongur á odda í tráanini eftir at liva upp til hesi krøv og vísir ábyrgd og trúfesti í framleiðslu stovnsins, so kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum. Samstundis hevur tað týdning, at leiðslan við virðiligari atferð torir at elva starvsfólkum til at vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda í føroyska miðlaheiminum.


Magnus Dam, stjóri

Magnus Dam er stjóri í Kringvarpi Føroya. Magnus hevur útbúgving sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og sum løgfrøðingur frá Københavns Universitet. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir og starvsfólkaroyndir frá størstu kommununi í landinum. Hann starvaðist sum løgfrøðiligur ráðgevi í Løgdeildini hjá Tórshavnar kommunu frá 2007 til 2018. Frá 2018 til 2025 var Magnus Dam deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar Kommunu. Hann starvaðist sum journalistur á Sosialinum og í Kringvarpinum frá 2000 til 2006.

Kringvarpsstýrið setti Magnus Dam 1. mai 2025. Starvið sum kringvarpsstjóri er áramálssett í 5 ár.
 


Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari

Jákupa Mikkelsen tók við sum fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum tann 1. apríl 2013. Frammanundan hevur hon starvast sum skattagrannskoðari í Keypmannhavnar kommunu, grannskoðari hjá Spekt og fíggjarfulltrúi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.

Útbúgving: Cand.merc.aud.
 



Katrin Petersen, tíðindaleiðari

Katrin Petersen hevur verið leiðari fyri Aktuelt-deildina síðani 1. januar 2024.

Katrin hevur lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus. Á yrkisleiðini hevur hon m.a. starvast á Dimmalætting, sum fríyrkisjournalistur og verið leiðari á Visit Sandoy.


Barbara Samuelsen, mentanarleiðari

Barbara Samuelsen hevur verið leiðari fyri mentanardeildina síðan 2013. Hon hevur áður starvast sum blaðstjóri á Kvinnu, sum leiðari fyri dokumentardeildina í Kringvarpinum og sum stjóri á Visit Tórshavn. 

Útbúgving: BA í Communication Studies and Sociology frá Goldsmiths College, University of London. Cand. Comm. frá RUC.


Dánjal Tavsen, tøknileiðari

Í mars 2025 var Dánjal Tavsen settur á odda fyri Tøkni. Hann hevur verið í starvi í Kringvarpinum síðani oktober 2005. Í nógv ár arbeiddi hann sum ljóðtøkningur og við øðrum tøkniligum uppgávum, og síðani 2020 hevur hann verið leiðandi framleiðari á ljóðsíðuni. 

Dánjal hevur útbúgving frá Berklee College of Music.

Kári Poulsen, KT-leiðari

Kári Poulsen hevur starvast sum annaðhvørt KT-leiðari og leiðari fyri Tøkni síðan 2014  eitt skifti vóru deildirnar samanlagdar. Í 2025 vóru Tøkni og KT býttar í hvør sína deild aftur, og Kári tók aftur við sum KT-leiðari burturav.

Hann hevur áður starvast á Føroya Tele og Formula.

Útbúgving: MSC SE, University of Liverpool.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV

Um kvf css