Sjúkrahúsverkið vaksið við 102 fólkum seinastu tíggju árini

Sjúkrahúsverkið vaksið við 102 fólkum seinastu tíggju árini
Í 2020 vóru 1.087 ársverk í sjúkrahúsverkinum, 102 fleiri enn fyri tíggju árum síðani.
Landssjúkrahúsið er vaksið mest seinastu 10 árini
Mynd: Savnsmynd  
 
04.11.2021 - 08:42

Tað krevur alsamt fleiri fólk at reka sjúkrahúsverkið í Føroyum. 

Seinastu tíggju árini er talið av starvsfólkum vaksið við 102. 

Í 2020 vóru 1.087 ársverk í sjúkrahúsverkinum, 102 fleiri enn í 2010.

Ársverkini hjá læknum vóru 32 fleiri, vøksturin er 37 prosent. 

Ársverkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum vóru 59 fleiri, har er vøksturin 17 prosent, skrivar Hagstovan.

 

Størst vøkstur á LS

Nógv tey flestu ársverkinum, 77,3 prosent, eru í Landssjúkrahúsinum.

12,1 prosent eru í Klaksvík og 10,6 prosent á Tvøroyri.

Flestu ársverkini, næstan 400, eru hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891